Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2008

On The Run - Rosie Around The World!

61 ára gamla Rosie Swale-Pope á kampingplássinum har úti við Strond í Havn, sum hon mótvegis øðrum landsmonnum er sera fegin um (Myndir: Birgir Kruse) Útvið fimm ár hevur walisiska Rosie Swale-Pope, 61, ferðast um allan heim. Úr Íslandi er hon komin til Føroya, ávegis til Skotlands og walisiska heimlandið. Ferðin skal gevast út í bók, sum verður hin fimta frá hennara hond. Í dagbókini henda sama dag eg hitti hana, avdúkar Rosie, at heitið verður On the Run . - Nei, hetta er ikki ein súkkla, sigur Rosie, tá eg spyrja hana um tað er hon við súkkluni á kampingplássinum, har yviri við Strond. This is a moving thing, sigur hon smílandi og setir brillurnar á ennið í hvassa sólskininum, meðan vaskitoyið dryppar á snórinum og burturkastið er koyrt í grønu skrellispannina. Hetta er frálíkt, sigur hon um kampingplássið yvir við Strond. Tá eg sigi henna, at onnur ferðafólk hava eina aðra og meiri neiliga meining um hetta pláss, smírist hon og sigur at hetta er millum bestu kampingpláss hon hevur...

Reyð várhagasólja blómar í Tórsbyrgi

Jens Petur Gaard við várhagasóljuni, ið hevur navn eftir verfaðirinum Jóannesi Rasmussen (Myndir: Birgir Kruse) Nú blómar várhagasóljan Taraxacum rubifolium Rasmussen í Tórsbyrgi. Í bókini Føroysk Flora eftir Jóhannes Jóhansen, sum Føroya skúlabókagrunnur gav út í 2000, stendur um reyðu várhagasóljuna, at hon er serføroysk blóma, ið fyrstu ferð er skrásett í Tórshavn. Sagt verður eisini at blóman er ikki sædd seinastu árini. Í einum sonevndum reyðlista hjá Føroya Náttúrugripasavni frá 2005 Reyðlisti: Náttúrulýsing lendi og sløg: Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum er reyða várhagasóljan ein av trimum útdeyðum plantum í Føroyum. Hinar báðar eru leggstutt fransagras Primula vulgaris og lyngjavni Lycopodium annotinum . Í reyðlistanum verður víst á, at reyða várhagasóljan er serføroysk, ið merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Havn. Nú er hon burtur og verður s...

VHS filmar fara í søguna

Birgir við gomlum VHS videofilmum, sum nú fara í skrell. Úr rúgvuni síggjast tríggir norðurlendskir krimi og nøtri klassikararir: teir báðir donsku Mord i mørket, eftir søguni hjá Dan Turell og Body Switch (Farligt venskab), og norski Ti kniver i hjertet, ið byggir á søgu hjá Lars Saabye Christensen (Myndir: Jógvan Kruse) Enn ein ruddingardagur í Tórsbyrgi. Tað er eingin endi á, hvat vit savna og goyma á loftum og í hjallum. Kanska goyma vit til ringar tíðar. Ella er tað bara innara kræddarlyndið í føroyinginum, ið ikki vil av við nakað. Bóndasamfelagið og rekaviðurin hjá Sámal Mattiasi er ikki so at gera burtur av sær. Hvussu er og ikki, alt hópar seg upp. Í dag ruddaðu vit upp í ein fullan konteynara av gomlum klæðum, pappíri og elektronikki. Áh dett órudd. Men eisini søgur um farnar tíðir, myndaðar av gomlum lutum. Lutum, sum ikki kunnu brúkast í dag. Til dømis túsind videofilmar, sum eingin kann spæla.

Festivalur aftur í Gøtu!

Mynd: Jón Tyril, sum vit ikki hava sæð hann áður - við appelsingulum nørdaslipsi, ið passar sum fótur í hosu hjá hesari heimasíðu! (Mynd: nörd) Á Facebook, MySpace og heimasíðuni hjá gamla G! Festivalinum boða Jón Tyril og hansara fólk frá at festivalur verður aftur í Gøtu. Undir heitinum G!-mini leita tey aftir til røturnar. Tiltakið verður minni í vavi enn G! Festivalurin seinastu árini, men tey halda enn fast í kjarnuni og G!-andanum. Jón Tyril og hansara fólk boða frá, at G!-mini verður í Syðrugøtu samstundis sum Tróndardagarnir verða í søguríku gøtubygdunum. G!-mini verður sama vikuskiftið sum stóri G! Festivalurin plagdi at vera, tað er vikuskiftið beint undan Ólavsøku, 18. og 19. juli. Tróndardagarnir, sum vera 12.-19. juli, røkka tí eisini hetta vikuskifti. Tónleikur verður í Grundini og á Spæliplássinum, men ikki á Sandinum. Atgongumerkjasølan er avmarka til millum 1500 og 2000. G!-mini er sostatt nokkso nógv back to basics, sigur Jón Tyril. - Tí hóast tiltakið er minni í vav...

Verður skúlin betri, oftari vit kanna hann?

Longst burturi til høgru, omanfyri telduskíggjanum, stendur at lesa "Vit vita!" Og eg má sanna at børnini, tey vita alt um teknifilm og talgilda mentan. Tað ger Mentamálaráðið ikki (Mynd, klikk á hana, so verður hon størri: Birgir Kruse) Kanningar floyma inn yvir skúlan. Einaferð var tað trettan árs royndin og seinnu árini hava vit øll hoyrt um PISA-kanningarnar. Nú eru tað sonevndu landsroyndirnar, ið bráddliga herja landið. Sjálvur sá eg onkra uppgávu í sambandi við PISA-kanningarnar. Og eg má siga, at eg ivaðist í ætlanini við hesi kanning. Gamaní var kanningin eitt altjóða mátiamboð, har vit kundu samanbera okkum við OECD-lond. Tað er alt í ordan. Men eg fekk eina kenslu av at skúlamyndugleikarnir hava lítið og einki samband við lærarar og næmingar. Og so er tað ósamsvarið í málpolitikkinum. Málsligu dagsskráirnar eru mangar og ofta torskiltar. Ikki minst hjá fyrisitarum, ið eisini eru lærarar. Danski lærarin og politikarin Marianne Jelved setti orða á kensluna, hennara o...

Rottur gnaga - og fáa stóran skaða!

Soleiðis sær eitt grillað rottukrov út. Meta C. Palle, formaður í Eigarafelagnum, tók myndirnar av spenningsraktu rottuni í el-skápinum hjá SEV í Tórsbyrgi. Rottur gnaga, rottur gera stóran skaða. Soleiðis syngur Annika Hoydal í sanginum, sum vit øll kenna. Tá fólk frá SEV opnaðu eitt el-skáp við innføring til hús í Tórsbyrgi, sóu tey eina margháttliga sjón. Ein rotta hevur verið í skápinum og hevur helst fingið tevið av onkrum bita. Í hvussu er hevur rottan roynt at ganga upp eftir og hevur tikið eitt risa gleiv. Lítið man hon hava ánað, at í hesum lopið millum heims og heljar hevur hon traðkað soleiðis fyri, at hon gerst streymførandi við 220 voltum gjøgnum seg. Tað er meiri enn eitt rottuhjartað kann bera. Hon er grillað á staðnum og hevur staðið í hesum lopið, til SEV-maðurin í dag kundi loysa hana úr hesum syndarliga lagnulopi millum streym og null. Jens Kjeld Jensen sigur soleiðis um rottu á spennandi heimasíðuni http://heima.olivant.fo/~jkjensen/ : Vanliga, tá vit tosa um skaða...

Bobby Sands livir á filmi

Søgan um norðurírsku fólkahetjuna Bobby Sands er gjørd til film, sum longu hevur fingið stóra virðisløn, Camera d'Or, ið verður latin leikstjórum fyri fyrsta filmin. Veggjamálningurin av Bobby Sands sæst í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams (Mynd: Birgir Kruse) Filmurin Hunger, ið varð sýndur í skránni Un Certain Regard í Cannes, hevur í dag fingið virðislønina Camera d'Or. Hetta er fyrsti filmur hjá londonbúgvanum, ið ber sama navnið sum kendi filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen. Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklutunum í hesum nýggja filmi. Ikki týski leikstjórin, sum doyði í 1982, men 31 ára gamli írski leikarin Michael Fassbender spælir høvuðsleiklutin í filminum Hunger. Tað er sum IRA-maðurin Bobby Sands. Til tess at virka sannførand, svøltaði Fassbender seg í tveir mánaðir. Veruliga søgan sigur, at eftir at hava svøltað seg í 66 dagar, doyði hin 27 ára gamli írin Bobby Sands í Maze (Long Kesh...

Skúlaflokkur vinnur Palme d'Or í Cannes

Franski flokkurin handan filmin "Entre Les Murs" (The Class) kring leikstjóran Laurent Cantet, ið júst hevur fingið Gyltu pálmarnar í Cannes (Pressumynd) Franski filmurin "Entre Les Murs", ein bersøgin søga um ein veruligan skúlaflokk og lærarar teirra, vann fyrstu virðislønina í Cannes í dag. Leikstjóri er Laurent Cantet. "Entre Les Murs" er fyrsti franski filmur at vinna gyltu pálmarnar síðani "Undir Satans Sól" í 1987. Filmurin, ið er eitt dokudrama, verður lýstur sum ein bersøgin og ótilgjørd søga, merkt av einum improviseraðum stíli, ið setir sær fyri at lýsa hendingar í einum skúlaári. Sean Penn, ið var formaður í dómsnevndini, sigur at avgerðin var einmælt. Italskir filmar fingu tær báðar næstu virðisløninar. Matteo Garrone fekk virðislønina, Le Grand Prix, fyri "Gomorrah," ið lýsir undirverðina í Napoli, og Paolo Sorrentino fekk dómsnevndarvirðislønina, The Jury Award, fyri "Il Divo," sum lýsir Giulio Andreotti. Beni...

Rabarbuchutney

Anna Dahl við risastórum rabarbum - og sigarett. Rabarburnar kunnu brúkast til annað enn súltutoy og rabarbugreyt, eitt nú chutney. (Mynd: Birgir Kruse) Úr rabarbunum (Rheum rhabarbarum), ið vaksa í bakkanum undir Tórsbyrgi - oman móti Jehova, sum tey siga her um leiðir - ger Anna Dahl chutney, rabarbuchuthey. Við góðum kryddi er tað vælegnað afturvið osti og sum súrsøtt tilhoyr afturvið mest sum øllum føroyskum mati.

Reynsmúlalág

Floksfelagarnir Jóhan Petur, Birgir, Hans og Martin í túnin hjá Martini í Purkugerði 5 í Havn. Martin greiðir frá um søgulig støð á farleiðini um Kirkjubøreyn. Floksfelagin Poul Muller, bóndi í Havnardali. Jóhan Petur heldur Fjallataluna. Allir fýra samlaðir við talarastólin í Reynsmúlalág. Niðast sæst Hans við ikki sørt av lesull. Tað var ikki gamalt, at tjøldrini í Kirkjubø komu illa fyri av lesull (Myndir: Birgir Kruse og annars sjálvútloysarin) Góðveðrið í dag nýttu nógv til útferð. Eitt nú gomlu floksfelagarnir Martin, Hans, Jóhan Petur og Birgir. Vit fýra gingu ein túr um Kirkjubøreyn, steðgaðu í Reynsmúlalág og gingu oman í Kirkjubø. Niðan frá Sandá møttu vit enn einum gomlum floksfelaga, Poul Muller, sum er bóndi í Havnardali. Sum sæst var veðrið av tí fagrasta.

Indiana Jones á fjórða sinni

Ovast er mynd úr filminum “Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull”, sum Havnar Bio sýnir í kvøld. Síðani síggjast teir tríggir Spielberg, Lucas og Ford í Cannes, meðan mannamúgvan, niðast, roynir at fáa eina privata mynda av stjørnunum (Pressumyndir) Fýra minutter eftir midnátt í kvøld frumsýnir Havnar Bio fjórða filmin um Indiana Jones “Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull”. Tað er 65 ára gamli Harrison Ford, ið leikar, meðan Steven Spielberg, 61, leikstjórnar og George Lucas, 64, framleiðir. Sermerkt fyri Spielberg eru børnini, hann brúkar í filmunum. Skilligt er, at Spielberg letur børnini standa fyri eini serligari frásagnarligari framdrift. Hetta er sjónligt í Indiana Jones filmunum, har eitt barn, ella ein unglingi, er við og setir ferð á søguna. Eitt slag av barna-power. Havi altíð hildið, at teir báðir stóru amerikansku leikstjórarnir eru Steven Spielberg og Martin Scorsese. Meðan hin fyrri brúkar hvítu miðalstættarvirðini, oftast við einum kjarnhúski ...

Teldupostur í barnabókum

Marjun Ziskason, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, við bókini um Arna og telduna, har førleikin at skriva teldupost er umráðandi (Mynd: Birgir Kruse) Føroysk skúlabókagerð hevur flutt seg fram til nútíðina. Í nýggjari bókarøð, ætla yngstu skúlabørnunum, er tað í eina førinum teldupostur, ið ber søguna. Á bakpermuni á bókini Arni og teldan stendur at lesa: "Virgar og Arni eru bestu vinir, men nú fer Virgar at flyta. Arna dámar tað einki. Hann verður púra einsamallur. Virgar sigur, at teir bara kunnu skriva saman. Men Arni dugir ikki at senda teldupost..." Og so byrjar lesieggjandi søgan um Arna og telduna. Søgan um Arna og telduna er ein av sjey bókum, ið eru lættar at lesa. Bókarøðin, sum Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út í felag, nevnast Krabbabøkur . Alexandur Kristiansen hevur umsett søguna um Arna og telduna. Og søgurnar fara heilt út í cyberspace. Ella í minsta lagi kjakið um tær. Hendrik Jacobsen frá KT-deplinum sigur, at arbeiðspláss ...

Sjáldsamur loðpílur

Jens Petur Gaard við loðpíli úr Gjónni í Vestmanna, ovara myndin, og úr Múla á niðaru myndini. (Myndir: Birgir Kruse) Í urtagarðinum hjá Jens Peturi og Guðruni Gaard eru tvey sjáldsom sløg av loðpíli. Tey eru úr Múla og Vestmanna. Loðpílur og arktiskur pílur, sum nú eru nærum avoydd av seyði, eru sjáldsom at síggja. Tó man ein reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium Rasmussen) vera hin mest sjáldsama í hesum urtagarðinum. Hon sæst bara her og er uppkallað eftir pápa Guðrunar, Jóannesi Rasmussen. Tá reyða várhagasóljan blómar venda vit aftur við eini mynd. Á heimasíðuni hjá Jens Kjeld Jensen í Nólsoy kunnu vit lesa at upprunaliga vuksu ikki nógv ymisk træsløg í Føroyum . Men kortini eru funnar leivdir av trævøkstri fyri túsund árum síðani. Millum annað vóru trý ymisk sløg av píli: urtapílur Salix herbecea L ., loðpílur Salix lanata L. og arktiskur pílur Salix arctica Pallas. Jens Kjeld Jensen, sum er skipskokkur, arbeiðir í løtuni við eini spennandi bók um lunda í Føroyum.

Útifundur í Tórsbyrgi

Formaðurin í Eigarafelagnum Meta og orðstýrarin Heðin M. Klein. Frammfyri er hundurin hjá Gutta. Í góðveðrinum varð atkvøtt við at rætta hondina upp (Myndir: Birgir Kruse) Á fyrsta sinni hevur nevndin í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi skipa fyri útifundi. Tað var í góðveðrinum 17. mai 2008, tá lýst var til eykaaðalfund um hitaskipan og felagshús. Veðrið var so mikið gott, at semja var millum fundarfólkið at sita uttandura. Formaðurin Meta legði fyri og Heðin varð valdur at stjórna fundinum. Alt gekk væl og atkvøtt var við at rætta hondina upp. Bæði uppskot vóru samtykt uttan mótmæli.

Ruddingardagur í Tórsbyrgi

Ovast sæst Meta C. Palle formaður í Eigarafelagnum millum reyðar tulipanir. Í baksýni hitamiðstøðin, har ætlanin er at gera felagshús. Bogi í Homrum arbeiðir við at gera gøtu kring Tórsbyrgi og lærararnir Guðrið Rubeksen og Jens Petur Gaard kjakast um plantur og lívfrøði, meðan Heðin M. Klein slær grasplenuna og Einar Ellingsgaard hvessir sær amboðini í Hitamiðstøðini. Turið Joensen hevur lúkað, meðan hundurin Balou gongur undan. Nýggjur í Tórsbyrgi er Alfons Sigurðsson, sum býr saman við Herfríð Jacobsen í nummar eitt. Niðast sæst Anna Dahl, sum eftir ein starvnan dag hevur lagt seg í summarsólina. (Myndir: Birgir Kruse) Ruddingardagur er um alt landið, eisini í Tórsbyrgi. Kustar, spakar og trillibørur eru frammi, plenur verða kliptar og lastbilurin hjá kommununi hevur verið eftir hópin at trøum og runnum, ið eru skorin niður. Formaðurin skipar fyri ruddingini og borðreitt er í hitamiðstøðini, har fólk kunnu rinda møðina og fáa eitt prát. Klokkan 16 er eykaaðalfundur á sama staði, ha...

Summarmyndir úr Suðurstreymi

Ovast sæst nýfolaða føroyska fylið "Bestla" einsamalt á fold, síðani Elin í Jákupsstovu, fylið og ryssan og ryssan og fylið framman fyri húsunum í Havnardali. Gásarhúsið er í Norðardali, meðan føroyska gásarparið við teim 13 ungunum er í Havnardali. Forvitnu ungneytini vóru avmyndaði á Royndarstøðini í Kollfjarðardali, har eisini tveir tarvar eina løtu samdust um at draga sama strá, meðan Ole royndi at seta fokus á svarta tarvin, ið hevur ring í nøsini. Bygdarmyndin við køsti, bili og stara á mønuni er úr Norðardali, har Ole fann eitt so fitt heimalamb. Djóralæknin Bergur Hansen kannar eyguni á hestinum hjá Rúnu Hilduberg í Havnardali. At enda ein metamynd av Ole, ið avmyndar eina yndismynd: dýr og bygging. Framstigið er ikki at steðga. Hvør er tað ikki dýrt, hetta motiv í Havnardali. (Myndir: Birgir Kruse) Eitt lítið sindur at útferðarhugi, eitt kamera, ein bilur og so liggjandi góðveður. Ikki skal meri til at varnast, hvussu lív og litir spretta á hvørjari túgvu. ”Har vant...