So er Føroyakortið hjá Námi aftur at fáa í nýggjari lamineraðari útgávu, sum Føroyaprent hevur prentað og givið rættar litir eftir kønari vegleiðing frá Inga Joensen, sum teknaði fyrsta Føroyakort í fyrsta føroyska atlasinum, Heimsatlas , sum kom í 1993 og er mest selda bók í Føroyum, tá vit síggja burtur frá Bíbliuni. Upprunaliga var tað Rói Højgaard, sum teknaði kortið til Atlas til heim og skúla (Nám 2014), meðan han arbeiddi á Føroya Dátu Savni, sum nú er lagt undir Umhvørvisstovuna, har øll føroyakort verða goymd og umsitin í besta samstarvi við Óluvu Mariu Højgaard. Á nýggja dagførd Føroyakortinum síggjast báðir tunnlarnir, sum eru í gerð, hann inn í Eysturoynna og hann suður í Sandoynna. Nýtt er eisini at Skálabotnur nú eitur Skálafjørður, so sum Staðarnavnanevndin hevur ásett eftir galdandi reglum. Av nýggjum kann nevnast útfyllingin sunnan fyri ánna inni á Sundi og tey bæði hotellini, sum eru í gerð í Havn. Annars er alt sum fyrstu ferð tá kortið kom út í 2014. Het