Skip to main content

Posts

Til endans fer styrkin í upplýsing at vinna

 - Vit mugu standa saman um at vísa á, at til endans fer styrkin, sum er í upplýsing, altíð at vinna.  Soleiðis skriva blaðstjórarnir á fýra teim fremstu avísinum i Norðurlondum í einum mótmælisskrivi í morgunsólini til kinesiska Xi Jinping, ið sæst omanfyri, og sum síðan 2012 hevur verið leiðari í kommunistaflokkinum har í landinum.  Ørindini eru, at í dag fyllir flokkurin hundrað, og orsøkin til sjálvt skrivið er manglandi pressufrælsið í Hongkong, har avísin Apple Daily er stongd og myndugleikarnir hava tikið ræði á Radio Television Hong Kong. Sama hevur verið gjørt í Russlandi í áratíggju, har kritiskar avísir hava verið stongdar, tí ventilatiónin ikki riggar nóg væl, ella tí at brúkaralisensir til telduforrit ikki vóru nóg mangir.  Ikki fyri at hálova heimligu pressuni á nakran hátt, hon er á reyvini sum aldri áður, men samanumtikið skulu vit prísa okkum lukkulig, at einaræðisábendingar so sjálvdan vísa seg í okkara landi. Men tað kemur fyri.  Umframt donsku avísina, Politiken, su

Olivia Rodrigo

Poppmusikkur er ikki deyður. Tað uppdagaði eg í dag. Miðlarnir, har eg heinti vitan um tónleik, fyrr vóru teir føroyskir, men nú eru teir allir útlendskir, søgdu mær í dag søguna um eina átjan ára gamla kaliforniska gentu, Olivia Rodrigo, sum skal hava stolið eitt gittarriff frá Elvis Costello sanginum Pump It Up av plátuni ”This Year’s Model” frá 1978, og brúkt tað, gittarriffið, í egna spildurnýggja sanginum Brutal á plátuni ”Sour”.  Heldur enn plagiat vil eg kalla tað foredling, enntá við meirvirði í skapi av einum dagførdum Nirvana teenage angst ískoyti. Framúr sangur, Brutal . Meðan eg lurti eftir sanginum á Spotify, og næsti sangur á plátuni hjá Oliviu Rodrigo byrjar, hann eitir Traitor , undrist eg yvir, at ákæran um plagiarismu ikki er fallin á henda sangin í staðin, Traitor, sum leggur seg greitt upp at klassikaranum What’s so Funny ’bout Peace, Love and Understanding hjá Nick Lowe frá 1974.  So uppdagi eg at sama unga sangarinna, Olivia Rodrigo, sum er kend frá Disney, he

Danskar pínligheitir

  Mynd: Jákup Sørensen Hesa ársins tíð plaga vit at verða mint á, at Menniskjatingið har suðuri í Danmark heldur seg eiga ikki bara okkum, men eisini inuittar í norðurprovinsini.  Og tað slær ikki feil.  Heldur ikki í ár, hóast Menniskjatingið tók myndina burtur nokkso skjótt, tí hóast alt er eisini skomm skapt í onkrum umsitingarligum parlamentarikara, kanska á leið í sama lutfalli sum í sentralprovinsini her hjá okkum.  Spell, tí eg ætlaði at taka eina ordiliga mynd við plakatini til komandi stórfilmin Margretu hinari Fyrstu á borðinum. So tað verður við myndini omanfyri, sum Jákup Sørensen var so heppin at taka og lána mær til høvið. Takk fyri tað.  Hesi mongu farnu árini havi eg í okkara landi møtt eini endaleysari røð av formidlarum úr suðurprovinsini. Tey eru hundrað ferðir størri enn vit, so tey fáa eisini hundrað ferður so nógvan pening at vitja okkum og afturfyri fortelja teirra fólki um okkum.  Eisini koma formidlarar úr norðurprovinsini at vitja okkum at hoyra, hvussu vit k

Vælkomin í bilbýin!

Nú settu bilarnir aftur skránna í Havn. Eftir at hava lagt pláss og upplivingar hjá skattaborgaranum undir seg, heldur bilisman fram at ota seg ovast á dagskránna, har Býráðsmaktin er, men hesu ferð á ein heilt nýggjan hátt, sum ikki er sæddur áður í býnum - og kanska kann lata upp fyri nýggjum loysnum í bilanna býi. Einki er at siga til, at kommunalu argumentini fyri samhaldsføstum átøkum kunnu gerast nokkso stuttlig vinstru megin miðjuna.  Men tað er bara hendingaferð, kanska serliga í agurkutíð, sum í álmanakkanum fellir saman við hundadøgum.  Gongur tú hesa tíð við lív og sál inn fyri eini ætlan, sum er øllum til besta, so kunnu argumentini verða hareftir. Tey fara gjøgnum heilt og verða ikki steðgað, hvørki av fyrivarni ella umhugsni av nøkrum slag. Her skal handlast og tað nú. Annars gleppur okkum alt av hondum. Serliga tá tað snýr seg um bilar, sum - hey - ikki koyra alla tíðina, men eisini standa í býarinnar samhaldsføstu bilagoymslum, til teir aftur koyra til onnur parkeringsp

Tá Trina vann 500-0

Í Degi og Viku kvøld var áhugavert kjak millum forkvinnuna í Heimafriði og borgarstjóran í Runavíkar kommunu um larm, har fólk búgva.  Vit frættu, at við vælsignilsi frá landstyrismanninum á økinum, er ein interkommunalur fámannabólkur við monnum, sum allir hava tonnasju og kajkant sum lívsendamál, settur at gera reglugerðir um larm í fólkavaldum føroyskum kommunum.  Heimafriður, ið er heimsins einasta organ, ið hevur sett málið á skrá, fær durafjórðingin, tí tey eru ikki partur av parlamentarisku Fólkaræðisføroyum.  Vit liva í fótbóltstíðum, og eg má straks siga, at í mínum eygum og mínari fatan vann forkvinnan í Heimafriði so dyggliga kjakið í Degi & Viku í kvøld, kanska við eini 500 málum móti ongum. Og tað hóast hon varð avbrotin í heilum. Fólksins vegna varð hon definitivi vinnarin. Bravo! Samstundis hevur borgarstjórin í Havn gjørt av, at tungir og stórir lastbilar skulu ikki koyra um náttina á øllum vegum í hansara býi.  Hetta er tilsamans ein áhugaverd gongd, sum umsíðir be

Katla hjá Baltasar í útbroti á Netflix

Tá norskir filmsframleiðarar vóru á filmstevnu í Havn í 1989, teirri størstu nakrantíð, trivu tey í sangin Vi skal ikkje sova bort sumarnatta . Tað var á Hotel Borg og Frida Ohrvik, sum júst hevði gjørt avtalu um at marknaðarføra fyrsta føroyska film, Atlantic Rhapsody , úti í heimi, sang fyri.  Við sýni yvir Havnina, vildi Frida fyrst og fremst peika á tætta sambandið við náttúruna, á nýnorska málbunan, sum hon knýtti beint til føroyskt og harvið gjørdi til eitt mentapolitiskt statement, og í triða lagi til tað intenst sansaliga og alment menniskjansliga, ikki at spilla lívið og tíðina. Tí skulu vit ikki sova burtur summarnáttina. Nú alt kokkalarakólar um fótbólt, gongur tað ikki fjøllini at síggja sólina rísa, setti eg meg at hyggja eftir fyrstu íslendskt framleiddu Netflixrøðini,  Katla , sum altjóða meistarin, Baltasar Kormákur, hevur leikstjórnað og skrivað saman við Sigurjón Kjartansson. Hvør partur er trý korter og tilsamans eru teir átta. Heitini eru konsis og skaldaborin til e

Fólksins rødd

Hetta er nýggja fólksins rødd. Klippið er av Portalinum í dag, tá tey endurgóvu tíndaskrivið frá Kringvarpinum um neyðugar sparingar og at siga fólk úr starvi. Við samtíðarbrillum vóru fyrr fínar sendingar. Fimmarin beinleiðis í Útvarpinum mikudagar klokkan fimm, tá øll tjóðin helt ondini, og so Fólksins rødd í Sjónvarpinum. Báðar sendingar fangaðu fólksins rødd, akkurát so sum tær vildu, og hepnið var við Varpinum, tí øll lurtaðu og hugdu. Men so er dragnað millum framleiðara og brúkara, sum hetta klipp omanfyri skilliga ber boð um. Gamaní nakað einoygt og óreflekterað, men kortini sett fram í almenna rúminum í dag við fullum navni, so øll síggja, í ein heilan dag Veit ikki, um útmeldingarnar eru umboðandi fólksins sonnu rødd, tí eingin miðlakanning er kunngjørd í nýggjari tíð, og einki innovativt átak, hvat innihaldi viðvíkur, er kunngjørt úr Kringvarpinum. Einki, sum ein gamal útvarpsfjeppari sum undirritaði kann ugga seg við, meðan øll rópa krossfest, krossfest, ella í dagsins

Flóvur av slovum flow tv

Ein fótboltsspælari doyði á einum donskum vølli, men stóð upp, eftir at køn fólk á staðnum høvdu funnið ein hjartastartara og dugdu at brúka hann. Alt meðan upptøkutólini gingu og øll verðin hugdi.  Hetta flow av hendingum rakti út í hvønn krók, so vit fingu upp í leypar av magasinsendingum um at doyggja á vøllinum, um fólk, sum vóru til staðar og sóu hendingina og ikki fingu kreppuhjálp, og um hjartastartarar og hvussu vit plasera teir, og hvussu vit kunnu brúka Stayin' Alive úr farnu øld sum rytmiska pumpu, tá vit standa mitt í tí og skulu geva massasju mitt í miðlunum, in medias res, har the medium is the massage , so segði hann.  Og í vikuni hevur fremsti sjónvarpsverturin verið á makrelveiðu við gøtumonnum, og innkomnir liggur Brimil fyri teimum og gevur eina bót. Eftir siti eg við spurninginum, hvør visti av hvørjum, ella var hetta bara ein summarkrimi hjá Degi og Viku um heimligt eftirlit, sum faktiskt virkar. Ein cliffhanger av teim stóru. Miðsavnandi miðlar, sum eru á sta