- Vit mugu standa saman um at vísa á, at til endans fer styrkin, sum er í upplýsing, altíð at vinna. Soleiðis skriva blaðstjórarnir á fýra teim fremstu avísinum i Norðurlondum í einum mótmælisskrivi í morgunsólini til kinesiska Xi Jinping, ið sæst omanfyri, og sum síðan 2012 hevur verið leiðari í kommunistaflokkinum har í landinum. Ørindini eru, at í dag fyllir flokkurin hundrað, og orsøkin til sjálvt skrivið er manglandi pressufrælsið í Hongkong, har avísin Apple Daily er stongd og myndugleikarnir hava tikið ræði á Radio Television Hong Kong. Sama hevur verið gjørt í Russlandi í áratíggju, har kritiskar avísir hava verið stongdar, tí ventilatiónin ikki riggar nóg væl, ella tí at brúkaralisensir til telduforrit ikki vóru nóg mangir. Ikki fyri at hálova heimligu pressuni á nakran hátt, hon er á reyvini sum aldri áður, men samanumtikið skulu vit prísa okkum lukkulig, at einaræðisábendingar so sjálvdan vísa seg í okkara landi. Men tað kemur fyri. Umframt donsku avísina, Politiken, su