Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2021

Innstilling nummar túsund

Hósdagin fóru upptøkurnar við krimirøðini Trom um eitt søguligt túsundamark. Filmsupptøkurnar verða gjørdar í Sjóvinnuhúsinum á Vestarubryggju, har Faroe Seafood var fyrr. Har er løgrelustøðin og alt upptøkuliðið. - Helst er hetta ein spurningur fyri Málteigin, tí vit samskifta á enskum og siga slate , fyri instilling, siga Rannvá og Jón.  - Vit í bransjuni eru bara fyri okkum sjálvi, so eingin rættar okkum málsliga. Vit samskifta á enskum. Men til ber at siga, at innstilling er ein vinkul. Senan verður býtt upp í innstillingar og kameravinklar. Vit noyðast at tosa internationalt, siga tey, tá eg spyrji, hví sjampanjupropparnir nú hoyrast úti í køkinum.  - Tað er tí at nú náddu vit innstilling nummar túsund! Eg takki fyri frágreiðingina í nýggjastu listagreinini í Føroyum, filmslistini, nú hon fór um hetta søguliga túsundahvarv. Til lukku og góða eydnu!

Biden velur Gifford

  Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, 46, er nú endaliga kosin at verða Chief of Protocol hjá Joe Biden forseta. Hetta hevur verið uppá tal síðan í januar. Á egna Facebook profilinum skrivaði Gifford fríggjadagin: Honored and humbled today. President Biden has nominated me to be his Chief of Protocol with the rank of Ambassador. I’ve experienced firsthand the fundamental value of person-to-person American diplomacy and how investing in and building on human relationships can benefit all of us. If confirmed by the Senate I look forward to rolling up my sleeves and continuing this work. Happy Memorial Day weekend to all. Nú skrivar Washington Post, at Joe Biden, forseti, hevur sett Rufus Gifford í starv . Í aðrari grein skrivar sama blað, at júst Gifford er rætta reality stjørnan at broyta og bøta um skeiklaðu hugsanina um og fatanina av USA úti í heimi. Á ólavsøku í 2016, var Rufus Gifford eins og flestu føroyingar í Havn. Ørindini vóru at halda talu á Faro...

Nú er danskt staðfest sum fremmandamál

Í dag verður søkt eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum. - Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi, verður sagt í lýsingini frá Námi í dag . Í fólkaskúlanum verður byrjað við donskum í triðja flokki. Lærugreinin er kravd til og við níggjunda flokk. Í tíggjunda flokki er lærugreinin valfrí.  Meðan fólkaskúlalógin ikki sigur nakað um fremmandamál yvirhøvur, uttan at nevna at “annað fremmandamál enn týskt kann veljast”, so verður vegleiðandi sagt í lesiætlanunum, sum eru komnar seinni, at fyrsta fremmandamál er danskt.  Í Heimastýrislógini, verður sagt í grein 11, at “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgj...

Not in my time

Hetta er útsýnið, tá tú kemur inn í býin frá rundkoyringini undir Skansanum, har pylsuvognurin og kaffivognurin nú eru lyftir upp og fylla munandi meir undir klettunum, enn vit fyrr hava sæð.  Hóast upprunaliga lítillátin, var talan um tvey mobil bygningsverk, sum á havnarlagnum mettaðu hin meira proletariseraða endan av nýkomna gastronomiska segmentinum í Havn. Við útbyggingini sæst, hvussu skjótt útsýnið, ikki bara kann, men veruliga verður tikið frá okkum, har fyrr var frítt fyri at síggja inn í Havnina, á Kongabrúnna og alla Eysturuvág, íroknað Reynið og Tinganes.  Hetta er eyðkenda Havnin, tá tú tekur teg inn í høvuðsstaðin, um tað so er í leigubili av flogvøllinum, av kampingplássinum, úr Eysturoyartunnlinum, ella av Norrönu, sum ivaleyst er galdani fyri tey flestu, sum koma hesa innfarðsleið til Føroya. Eftirsum bilisman hevur sett Tórshavnar býráði og høvuðsstaðarkommununi so stívrend krøv um parkering, ikki til børn men til bilar, so er ólukkuliga ímyndin av mentan, h...

Right in your own backyard

Neyvan hevur nakar høvuðsstaður so ómakaleysa atgongd til hagan sum Havnin. Tað sæst, nú summarið nærkast og bara ein mánaður er eftir, til tað aftur gongur mót myrkari tíðum. Eftir lítlari løtu hevur tú lagt býin aftur um teg og ert mitt í haganum, gamaní á eini manngjørdari gøtu. Not in my backyard hevur verið sagt, tá fólk ikki vilja hava vindmyllur fyri gluggan, so tey missa útsiktina. Her er eingin, ið missir útsikt, tí her er vítt um fløtur. Eg møti borgarstjóranum, sum hevur verið ein 15 kilometur gongutúr. Minni kann eisini ger tað, tí gøturnar eru mangar. So mangar, at ansast má eftir, at náttúran ikki verður gjøgnumgatað, so sum tey hava gjørt fyri hundaeigarar við smølum brattgøtum í frílendisøkinum har úti við Boðanes.    Her uppi í Húsahaga ganga øll á sløttum og breiðum gøtum. Eitt rekreativt øki, sum fleiri seta prís uppá, tað er skilligt. Hóast kavin hómast norðanfyri er summarið í nánd. Heiðafuglar hoyrast, sólin skínur og fólk heilsast. Hugvekjandi, meðan sý...

Pastisjunnar háborg

Hyggasíggj. Italskur power glamrock frá 70’unum, við eini danskari Suzi Quatro á bass, vann á fronskum Piaf chanson við einum ternusnerti av belgiska Brel, sum aftur vann á artistiskum Elvis look alike, sum dyrkar Scott Walker í sveisisku alpunum, meðan Ukraina er farið út í hvønn heimakrók at finna geografiskt siðbundna fólkatónan við eini raddarkraft sum hjá karelskt-finsku Värttinä.  Einki er sum Grand Prix kappingin, sum nú eitir Eurovision Song Contest, Evrópska söngvakeppnin, sum málsliga stuttligu íslendingarnir siga, nú vit gera tað legalt at kappast um sang og tónleik úr øllum Evropa - og so hinum, sum eisini vilja verða við. Evropa er eitt rúmsátt hugtak. Og tað er praktfult, tá vit hugsa um heimliga krimprumpuveldið, sum sigur, at einki skal kappast um nakað, og brúkar tað sum umbering fyri einki at gera við nakað.  Eurovisionsjovið er briljant hugtakandi og fer langt fram um senukantin í hvørjum tí einasta sangi. Og so er tað ein konstantur cliff hanger, tá talt ve...

Frá blogg til podd

Í vikuni gjørdi eg mítt fyrsta poddvarp á skeiði í Námi hjá Dorte Palle og Tor Arnbjørn, sum fyri tveimum árum síðan skrivaðu Podcastbogen , hina fyrstu í Danmark. Tað var ein evarska lítil bundin uppgáva í tveir minuttir, sum eg valdi at loysa við telefonini á gongubrúnni við Bukkevald í Havn eitt kvøldi við lítlum uppgangi.  Dorte hevur egið poddvarp, heimasíðu og Soundcloud, ið er ein ókeypis sýningargluggi, sigur hon. Bæði hava Rakkerpak Productions í Keypmannahavn, tey skipa fyri kveikjandi skeiðum, og við støði í kursistum, sum á okkara leiðum gera poddvarp, hava tey Nordic True Stories gangandi. Magni Høgnesen, sum situr við mína lið, hevur eitt greitt undirvísingarligt sikti, tá hann sigur, at skeiðið í Námi er ein góð samanrenning millum ástøði og uppgávur.  - Tað gjørdi, at eg bleiv noyddur at fyrihalda meg til innihaldið, og slapp at royna meg við tí verkliga. Tað eru ótrúliga nógvir møguleikar við poddvarpi, fyri meg í skúlanum. Tað vildi verið upplagt hjá okkum á ...

Eg meldi pass!

Hetta er ikki ein bloggaður tanki um eina bypass operatión av hjartaliga slagnum í Ríkissjúkrahúsinum. Gudhjálpitúmær, nei. Heldur er hetta ein undrandi tanki um, hvussu tað man bera til, at meðan vit hava tveir føroyskt valdar fólkatingslimir, sum báðir eru slopnir so hundraðprosent at mynda formanasskapin í eini fjúrtanpersóna ríkisdelegatión við fimm tænastuskrivarum at ansa eftir Arktis, so eru vit Føroyar, vi Færøerne, aldri meira bypassed enn tað sama. Bypassed í týdninginum forbígingin og so púrasta sett út av spælinum. Umframt, hava vit eisini ein føroyskan fríyrkis journalist á sama útlendska tingi, at siga okkum frá gongdini í fjarlagda ríkinum. Ein undrast, hvar Føroyar eru í heimsmyndini nú, og fyri sovítt eisini seinastu mongu árini, har einki er gjørt við loftrúmið, sum kundi havt verið føroyskt fyri áratíggjum síðan, men enn hendir einki, og útlitini, hóast góðu umboðanina á fyrstu parkett, eru verri enn nakrantíð. Er eingin annar, ið undrast yvir ríkisleiklutin Føroya...

Í Havn smakka tey ikki mun á bankatoski og øðrum fiski

Regin Winther Poulsen, sum er journalistur hjá Al Jazeera í New York, hevur í dag grein í heiðurskrýndu bretsku avísini The Guardian um føroyska bankatoskin, sum hvarv, og hvat føroyskir lyklapersónar halda um júst henda toskin, hvat hann var eyðkendur fyri, og hví hann mundi hvørva. Ein sjáldsama frálík grein, sum við nærlagni førir okkum út í markleysu verð við okkara bestu vøru, uttan at stranda í donskum jabbaríi úr koloniunum, sum vit altíð enda í, tá ein av móðurlandsins synum, helst nýútbúgvin, verður sendur at vitja og rapportera, sum var tað av einum hermóti, har bara reyvin av fimtu división var at finna.  Í so máta er faktamettaða og rapporterandi greinin í The Guardian eitt risa framstig. Flott! Á Facebook hava longu fleiri funnið yndissetningar í greinini. Sjálvur haldi eg, at mest áhugaverdi og avbjóðandi setningur okkum til innvortis tykt og læru, er setningurin frá skiparanum í Klaksvík:  “He says he is not bothered that the fish he used to catch in the Faroe ...

Krimprumputíðir

Í hesum krimprumpuendatíðum, nú einki ber til, hvørki í fótbólti ella journalistikki, er vert at hyggja í hinar heilagu skriftir um Jerúsalems oyðileggilsi, nú alt er um at fara upp í royk júst har, í heilaga landinum. Hyggja vit í kirkjubíbliuna um Jerúsalems oyðileggilsi hjá Matteusi 24:7 , so síggja vit tað margháttliga, at seinastu dagar jarðarinnar skulu verða merktir av at "fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki", sum sæst omanfyri. Victor'sa bíbliutýðing, sum verður brúkt í brøðrasamkomuni, brúkar ikki "fólkaflokkin" í sakralt eskatologiska tekstinum hjá Matteusi um hinar seinastu dagar, sum ganga út frá Jerúsalems oyðileggilsi og heilt út til enda jarðarinnar, men sigur í staðin, at stríðið verður "tjóð móti tjóð", sum sæst niðanfyri. So er spennandi at frætta, um krimprumpuveldið, sum hevur hertikið landið, nú fer at krevja av bispi, at hann ikki skal lesa "fólkaflokkur", sum autoriseraði teksturin sigur, men gera sum brøðurnir o...

Málríkur mánadagur

Hetta er Charles de Gaulle í nýggjum fronskum filmi. Bárður Højgaard, sum býr í Lamba, er Mentanar- og ítróttarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu. Hann hevur lisið Upplivingarbúskap á lærda háskúlanum í Aarhus, og er nú farin undir eina spennandi ætlan at vísa film í Løkshøll. Men kravið til filmsúrvalið er heilt serstakt. Heitið er Málríkur mánadagur , sum skal skiljast heilt bókstaviliga, og ikki hevur nakað sum helst við fótbólt at gera.  Annan mánadag í hvørjum mánaði verða úrvaldir arthouse filmar, sum Bárður og Filmsfelagið eru samd um at seta á skrá, vístir almenninginum í Løkshøll. - Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum máli, kann henda øðrum skandinaviskum málum, sigur Bárður.  - Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir. Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu ...

Løtur á bygd

Kokkurin á Brimborg, Michael Bjørkær, framman fyri sekkjunum, sum Eirikur á Húsamørk útflytir turkaði toskarhøvd í til Nigeria í Afrika. Sekkirnir eru veggjaprýði uppiá í útbygdu matstovuni við Gøtugjógv, har útsýnið er frítt yvir alla víkina. Dagurin byrjaði við hosuleysum morgunmati á terassuni heima í Tórsbyrgi við útsýni beint á Eystnes og inn í Eysturoynna, har kavi er í fjøllunum. Gott, vit hava tunnil. Saman við góðum vinfólki gekk leiðin í dag til Brimborg við Gøtugjógv.  Brúkarastýrda ummælaratænastan á netinum, Tripadvisor , hevur funnið matstovuna, men enn er einki ummæli, uttan tíggju góðar myndir av rættum, staðseting í Gøtu og hvørji støð, hotell, matstovur og vitjunarverd støð, eru nærindis Brimborg.  Fyrru ferðina, eg vitjaði í matstovuni við Gøtugjógv var fyri tveimum mánaðum síðan, tá eg gav kokkinum, Michael Bjørkær, yvirskriftsheilsanina Karismatisk dynamo í Gøtu . Tá byrjaði eg bloggin rættuliga ovfarin og bilsin av at síggja matstovuna í Gøtu, við hesum o...