Skip to main content

Árið í bloggaðum teksti

Hevur tú í tvey ára tíggju skrivað fýratúsund tekstir, ið tú dag og dagliga gevur út sum uppsløg á opnum bloggi, sum øll kunnu lesa og viðmerkja, talgilt á útgávustaðnum, ella í práti, tá tú møtir lesarum, ið tú ikki altíð kennir, er hugvekjandi at leita aftur á eitt úrval av tekstum, sum vóru á blogginum í fjør. Tí mentanarligu upplivingarnar tróta ikki.

Besta plátúútgáva mær kom í hendi, ja LP pláta við informativum húsa, sum í gomlum døgum, var Tutlútgávan ”Tá hvørt ljós líkist tær” hjá Benjamin Rajani, ið eg settið undir yvirskriftina Sermerkt og rík

Vit fingu nýggja stóra spælistaðin Tjarnir, ið eg ummælti til upplatingarkonsert, har eg varð innboðin, og sama vikuskiftið eisini varð til konsertir í Løkshøll og Lívdini. Hesi bæði seinnu høvdu tó innihaldsliga allan munin, serliga Lívdin eftir mínari meting, hóast Tjarnir er tann staður, ið mentapolitiskt hevur lukkast at savna og seta seg á mesta pening í føroysku mentanarsøguni, uttan at hetta sæst aftur á skránni. Tað konsertvikuskiftið bleiv til yvirskriftina Krás fyri tey fáu - meir av tí nógva fyri massan

Besta konserttiltakið var hammondkonsertin í Løkshøll við Hans Poulsen, sum Urd Johannesen samskipaði og eg sjálvur átti ein part í, skal eg beinanvgein siga. Ein spennandi roynd, at seta eitt ljóðføri í sentrum, heldur enn ein sangara, eitt orkestur ella eitt úrval av sangum. Tað bleiv til ummælið Himmal Heim Hammond - og Hans

Innan visuella list, málningalist, er í mínum fatanaroptikki greitt, at Gallarí Havnará er blivi eitt nýtt stað við eini heilt serligari vibe, sum hevur tikið seg fram har uppi í miðbýnum, í gallarínum hjá Bibi í gamla Tórs Kafeteria, aftanfyri hjá Bambus og hinumegin klassiska Sjónleikarhúsið, sum nú fyllir hundrað og øll halda ondini. Gallarí Havnará hevur sogið til sín alla samanhangskraft úr hesum øki. Framsýningin ”Jarðar” hjá Maibritt Marjunardóttir og Fríðu Berg fekk yvirskriftina Havnará er nýggja upplivingarrúmið

Lítli, flytbari sjónleikurin ”Upphav” hjá Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard nam meg sterkt og inniliga í skálanum í Norðurlandahúsinum, har tær báðar vildu hava meg at fylgja við leikgongdini og geva mær høvi at liva við í hendingini, sum persónligi og tó almenni ættarleikurin hjá Gunnvá byggir á. Samstundis fekk eg eitt upplagt høvið at venda aftur til ástøði um the Male gaze og hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og leggja hendingar á blik. Eksemplariskt. Løk til lík - kvinnan ger munin

Upp undir Bókadagarnar hoyri eg eitt dums í gongini. Tað er grannin, Álvur, sum við heilsan ber mær nýggju tjúkkbókina hjá bróðursoninum, ”Hey :-)” eftir Trygva Danielsen, sum er ein samrøðuskaldsøga í SoMe samfelagnum. Hann er eitt unikum, ið er fyltur við frásøgugleði, um tað so er tekstur, tónleikur ella filmur. Hugtakandi og nýskapandi. hey :-) ein samrøðuskaldsøga

Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur var langa yvirskriftin á einum ummæli av heiðurskonsert fyri M.C. Restorff í Lívdini í Hoyvík. Tað er ein fjálgur pallur og staður, sum er so hjartaliga servicemindaður og móttakandi, at skuldi eg valt eina samkomu at gingi í, so varð hetta helst hon.

Kringvarpið hevur upparbeitt eina tænastu at týða norðurlendskar barna- og familjufilmar til føroyskt. Frumsýning er í einasta biografinum, sum er eftir í landinum, Havnar Bio, og á jólum sýna tey so filmin á føroyskum. Framúr árligt avrik, sum nýggi stjórin, Magnus Dam, sigur verður tvífalda. Og her kan neg so aftur skjóta inn í millum ynski um eina samtíðar sjónvarpsrøð við eini røð av handritahøvundum. Ja, og so einum fermum filmsliði úr føroyska umhvørvinum. Ummælið av árliga barnafilminum fekk heitið Føroyskt slær allar rekordir

Stættarsamfelag var mítt mest brúkta orð í undanfarna árið. Í ummælinum av stuttu Netflix one take røðini “Adolescence” kemur orðið tríggjar ferðirnar fyri.

Stættin, arbeiðarastættin, kemur seks ferðirnar fyri í ummælinum av filminum hjá Sakaris Stórá ”Seinasta paradís á jørð”. Við tí ummælinum undir heitinum Arbeiðarastættin dagførd leggi eg lok á hesa samanumtøku av bloggaðum tekstum úr undanfarna ári. Góða lesing!

Comments