Poppmusikkur er ikki deyður. Tað uppdagaði eg í dag. Miðlarnir, har eg heinti vitan um tónleik, fyrr vóru teir føroyskir, men nú eru teir allir útlendskir, søgdu mær í dag søguna um eina átjan ára gamla kaliforniska gentu, Olivia Rodrigo, sum skal hava stolið eitt gittarriff frá Elvis Costello sanginum Pump It Up av plátuni ”This Year’s Model” frá 1978, og brúkt tað, gittarriffið, í egna spildurnýggja sanginum Brutal á plátuni ”Sour”. Heldur enn plagiat vil eg kalla tað foredling, enntá við meirvirði í skapi av einum dagførdum Nirvana teenage angst ískoyti. Framúr sangur, Brutal . Meðan eg lurti eftir sanginum á Spotify, og næsti sangur á plátuni hjá Oliviu Rodrigo byrjar, hann eitir Traitor , undrist eg yvir, at ákæran um plagiarismu ikki er fallin á henda sangin í staðin, Traitor, sum leggur seg greitt upp at klassikaranum What’s so Funny ’bout Peace, Love and Understanding hjá Nick Lowe frá 1974. So uppdagi eg at sama unga sangarinna, Olivia Rodrigo, sum er kend frá D...